Vilt tú verða limur í okkara bókaklubba?
- Sum limur í bókaklubba Sprotans kanst tú keypa 5 klubbabøkur um árið.
- Sprotin ásetur hvørjar bøkur eru klubbabøkur og tú bindir teg til at keypa í minsta lagi 3 klubbabøkur um árið. Niðanfyri sæst yvirlit hvørjar bøkur eru komnar út í Bókaklubba Sprotans.
- Tú fært klubbabókina, áðrenn hon er til keyps aðrastaðni, og klubbabókin er 20% bíligari enn vanligt.
- Hvørja ferð tú fært eina klubbabók, verður tú kunnað/ur um aktuellu og næstu klubbabókina í einum telduposti.
- Tá ið tú teknar teg sum lim, fært tú seinastu klubbabókina sendandi við postinum beinanvegin.
GG: Ert tú ikki brúkari á sprotin.fo, fært tú fyrst boð um at stovna tær ein brúkara á sprotin.fo, og síðan kanst tú tekna teg í klubban.
—
Umsiting
Bókamiðsølan sendir út nýggjar bøkur, umsitur skrásetingarlistan o.a.
Er eitthvørt umsitingarligt at spyrja um, ert tú vælkomin at ringja 23 57 82 ella senda ein teldupost til elisabeth@bms.fo.